Skráin fyri venjaraskeið, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í 2014, er nú tøk á heimasíðuni hjá FSF

Skráin fyri ymisku venjaraskeiðini, ið Fótbóltssamband Føroya hevur ásett at verða í 2014, er nú klár á heimasíðuni hjá FSF.

Fyribils eru nýggju venjara- og impulsskeið í umbúnað at verða í komandi ári, umframt próvtøkur fyri tey, ið fara undir B-venjaraskeiðið.

Fyrr í ár varð farið undir nýtt A-venjaraskeið. Hetta heldur fram í 2014, og um alt gongur eftir ætlan, fáa 15 venjarar A-prógvið í juni mánaða komandi ár. Nær nýtt A-venjaraskeið verður aftur, er ikki endaliga avgjørt enn, men allarhelst í januar í 2015.

Venjaraskeiðini, ið eru ásett at verða í 2014, kunnu síggjast HER (Útbúgvingar > Venjarar).