Í døgunum 6. til 11. august vera Føroyar vertir fyri árligu NM-kappingini fyri U17-landslið við dreingjum
Nógvur landsliðsfótbóltur verður kring landið í døgunum 6. til 11. august, tá Føroyar vera vertir fyri árligu NM-kappingini fyri U17-landslið við dreingjum.
Umframt Føroyar, ið eisini verður umboðað við U19-landsliðnum, fara Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ongland, sum gestaland, at kappast um at gerast Norðurlandameistari 2012 fyri U17-landslið.
Flestu av dystunum í kappingini verða spældir í Gundadali Havn, men eisini í Klaksvík, í Gøtu, á Argjum, í Streymnesi og á Toftum verður landsliðsfótbóltur at síggja í aðru viku í august.
Bólkur A
Føroyska U17-landsliðið er í bólki A saman við Onglandi, Noreg og Finnlandi. Fyrsti dystur í bólkinum verður spældur í Klaksvík mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har Ongland og Føroyar møtast. Klokkan 18:00 sama dag spæla Noreg og Finnland í Sarpugerði í Norðragøtu.
Leikskráin, Bólkur A:
Dato | Klokkan | Leikstaður | Dystur |
06-08-2012 | 15:00 | Djúpumýru, Klaksvík | Ongland – Føroyar U17 |
06-08-2012 | 18:00 | Sarpugerði, Norðragøtu | Noreg – Finnland |
07-08-2012 | 15:00 | Gundadalur, Tórshavn | Ongland – Finnland |
07-08-2012 | 18:00 | Gundadalur, Tórshavn | Noreg – Føroyar U17 |
09-08-2012 | 14:00 | Inni í Vika, Argir | Føroyar U17 – Finnland |
09-08-2012 | 14:00 | Gundadalur, Tórshavn | Ongland – Noreg |
Bólkur B
Í bólki B verða Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar U19. Fyrsti dystur verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har føroyska U19-landsliðið skal royna seg ímóti Danmark. Og klokkan 18:00 spæla Ísland og Svøríki, somuleiðis á Ovara Vølli í Gundadali.
Leikskráin, Bólkur B
Dato | Klokkan | Leikstaður | Dystur |
06-08-2012 | 15:00 | Gundadalur, Tórshavn | Danmark – Føroyar U19 |
06-08-2012 | 18:00 | Gundadalur, Tórshavn | Ísland – Svøríki |
07-08-2012 | 15:00 | við Margáir, Streymnes | Svøríki – Danmark |
07-08-2012 | 18:00 | Tofta Leikvøllur, Toftir | Føroyar U19 – Ísland |
09-08-2012 | 18:00 | Inni í Vika, Argir | Svøríki – Føroyar U19 |
09-08-2012 | 18:00 | Gundadalur, Tórshavn | Danmark – Ísland |
Finalan leygardagin
Leygardagin 11. august er finalan á skránni, og sama dag verða plaseringsdystirnir eisini spældir. Dysturin um 7. og 8. plássið verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali, klokkan 11:00, og samstundis verður spælt á Argjum, har dysturin um 5. og 6. plássið verður spældur.
Sjálv finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða spældir á Ovara Vølli í Gundadali. Klokkan 13:30 er bronsudysturin á skránni, og klokkan 16:00 verður NM-finalan 2012 spæld.
Ongland favorittur
Síðani Norðurlanda Meistaraheitið fyri U17-landslið við dreingjum byrjaði, hevur Onglandi, sum gestaland, luttikið á hvørjum ári. Og tað eru eisini teir ensku dreingirnir ið eru favorittar at vinna kappingina.
Á seinasta strykislistanum hjá UEFA fyri U17- landslið, er Spania fremst, meðan Ongland er á 2. plássi. Ovasta norðurland er Noreg, sum er nummar 24, eitt pláss frammanfyri Svøríki. Finnland er nummar 27, Danmark nummar 28, meðan Ísland og Føroyar eru á ávikavist 39. og 46. plássi, av teimum 52 UEFA-limalondunum.
Fyri einum ári síðani gjørdist Ísland Norðurlandsmeistari fyri U17-landslið við dreingjum. Í finaluni vunnu íslendingar 1-0 ímóti Danmark.
U17 á venjingarlegu
Seinastu vikuna hevur føroyska U17-landsliðið verið á venjingarlegu í Havn. Umframt nógvar venjingar, hava dreingirnir eisini spælt nakrar dystir, og hósdagin varð spælt á Toftum har U17-liðið royndi seg ímóti einum U18-liði úr eysturoynni, sum var mannað við leikarum úr B68, NSÍ og Víkingi. Úrslitið gjørdist 4-0 til U17-landsliðið. Í innslagnum niðanfyri ber til at síggja tey fýra málini, ið komu í dystinum.