Gentur U19: Talan gjørdist um ein sera tættan dyst, sum bleiv avgjørdur í evstu løtu, tá U19-genturnar hjá Íslandi og Skotlandi hittust á Tórsvølli í morgun
Annar dysturin í UEFA-menningarkappingini fyri U19-gentulandslið bleiv spældur á Tórsvølli í morgun. Dysturin var millum Ísland, sum vann 2-0 á Føroyum í gjár, og so Skotland.
Talan var um ein javnan og intensan dyst, har bæði liðini komu til fleiri góðar møguleikar, men sera gott málmansspæl frá báðum pørtum syrgdi fyri, at tað framvegis stóð á jøvnum, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Men í yvirtíðini fekk ein av skotsku leikarunum sett tánna á eitt innlegg og harvið tryggjað Skotlandi tepra 1-0 sigurin.
Seinasti dysturin í kappingini verður leiktur klokkan 10 hósmorgunin, tá Skotland og Føroyar spæla.