Arbeiðið, at seta ljós upp kring norðara vøllin á Svangaskarði gongur væl, og væntandi lýsir við nýggja graslíkisvøllin um eini tvær vikur
Til seinasta dyst áðrenn summarsteðgin í Effodeildini í fjør, varð nýggi graslíksvøllurin á Svangaskarði tikin í brúk. Síðani hevur verið arbeitt við at fáa ljós kring vøllin, og fyrst í hesum árinum var greitt, hvussu nýggju ljósini á Svangaskarði skuldu verða, so arbeiðið av álvara kundi byrja.

Útgrevsturin varð skjótt avgreiddur, káplar lagdir, og síðani vórðu fundamentini stoypt. Betongið hevur nú fingið ta tíð, ið skal til fyri at harðna, og nú verða mastrarnar settar upp.

Í fyrsta umfari eru 18 av teimum 34 lampunum, ið skulu verða kring vøllin, komnar til landið, meðan tær seinastu 16 koma fyrst í komandi mánaða.

Fýra mastrar verða við norðursíðuna, tvær mastrar við suðursíðuna, og síðani verða 10 lampur settar á húsið. Í hvørjari mastur verða fýra lampur.

Nýggja mastrarnar á Svangaskarði eru gjørdar soleiðis, at tær við eini hydraulik skipan uttan stórvegis arbeiði kunnu leggjast niður um veturin, ella tá veðurforsøgnirnar siga frá nógvum vindi. Skipanin ger tað eisini lættari at viðlíkahalda ljósmastrarnar.

Tað er JT Electric á Kambsdali, ið stendur fyri at seta nýggju ljósini upp kring norðara vøllin á Svangaskarði.