Leygardagin varð skipað fyri Impulsskeiði í FSF-húsinum, har millum annað Jan Dam og Pætur Clementsen greiddu frá sínum venjararoyndum úr donskum ungdómsfótbólti
Leygardagin 17. mars, varð skipað fyri Impulsskeiði í FSF-húsinum í Havn, undir heitinum “Frá barni til ungdóm”. Eini 35 luttakarar vóru til skeiðið, ið setti fokus á skiftið frá barni til ungdóm.

Skeiðið byrjaði við, at Petur Simonsen millum annað vísti á stóra fráfallið av leikarum frá U14 til U16, og vísti á vandan í hesum.

Síðani skipaðu Jan Dam og Pætur Clementsen fyri venjingum við U14 og U16-leikarum.

Jan Dam, ið er fyrrverandi føroyskur A-landsliðsleikari og Pætur Clementsen, sum í nógv ár hevur arbeitt sum ungdómsvenjari, eru í dag báðir virknir sum venjarar í stórfeløgum í Keypmannahavn.

Umframt at skipa fyri venjing, greiddu Jan og Pætur eisini frá teirra venjararoyndum úr donskum barna- og ungdómsfótbólti, og um hvat teir halda skal til, fyri at føroyskur barna- og ungdómsfótbóltur kann mennast enn meir.

Eli Hentze endaði dagin við at vísa til nakrar kanningar, um hví børn og ung gevast at spæla fótbólt. Eli vísti somuleiðis á tað neyðuga í, at venjarin, felag og fótbóltssamband skapa karmarnar, at útsøgnin: “Fótbóltur eru fyri øll”, kann sigast at vera sonn.

Jan Dam

Pætur Clementsen

Eli Hentze