EFFODEILDIN: Triðja dystin á rað vann TB á nýggja vøllinum við Stórá. Hesu ferð vunnu tvøramenn 4-2 á HB
TB hevur fingið eina góða byrjan á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági, og triðja dystin á rað sendu tvøramenn gestirnar norð um Suðuroyarfjørð við ongum.
Í 9. umfari var HB á vitjan við Stórá, og endin varð ein tryggur 4-2 sigur til TB, eftir at støðan var 3-0 til heimaliðið í steðginum.
Longu tá fimm minuttir vóru spældir legði Bojan Timic tvøramenn á sigurskós, og í 18. minutti gjørdi HB sjálvmál. Tvøramenn høvdu nú veruliga fingið blóð á tonna, og tá góður hálvur tími var spældur økti Gilli Sørensen til 3-0.
Góða gongdin hjá TB helt fram í seinna hálvleiki, og tá eitt sindur meir enn ein tími var spældur, skoraði Bojan Timic til 4-0 fyri TB.
Havnamenn royndu seinastu løtuna at svara aftur, og við tveimum málum innan stutta tíð, megnaði HB at minka um munin, til endaligu støðuna 4-2.
Málini fyri HB gjørdu Jákup Slættalíð og Jógvan Andrias Nolsøe.
EB/Streymur vann á Toftum
B68, sum als ikki hevur livað upp til ta, ið varð væntað av teimum undan kappingini, tapti aftur í 9. umfari.
Talan var um ein javnan dyst á Svangaskarði á Toftum, men tá avtornaði vann EB/Streymur 2-1, eftir 1-1 í steðginum.
Arnbjørn Hansen legði gestirnar á odda, men beint fyri hvíldini javnaði Christian Høgni Jacobsen fyri B68.
Í seinna hálvleiki trýsti B68 fyri at fáa fleiri mál, og um hepni var við Christian Høgna Jacobsen, sum stríddist manniliga í álopinum hjá B68, kundu toftamenn havt lagt seg á odda.
Men heldur var tað EB/Streymur ið skoraði, sum harvið fóru avstað við øllum av Svangaskarði.
Avgerandi málið hjá sundalagsmonnum gjørdi Leif Niclasen tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.