Í gjár varð nýggj samstarvsavtala millum Skálk og Fótbóltssamband Føroya, undirskrivað
Klædnahandilin í SMS, Skálkur, heldur fram sum klædnastuðul hjá Fótbóltssambandi Føroya næstu tvey árini.
Hetta gjørdist greitt í gjár, tá Lars Müller, vegna Skálk, og Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskrivari í FSF, undirskrivaðu nýggja samstarvsavtalu.
Avtalan inniber, at Skálkur veitir klæðir og annað til fólkini kring A-landsliðið hjá monnum.