Annað vikuskiftið á rað koppaði Skála oddaliðnum í 1. deild hjá monnum. Á Argjum vann AB stórsigur móti B71
Týskvøldið vann Skála 1-0 á AB tá 15. umfar í næstbestu deildini var á skránni. Og aftur í 16. umfari fóru skálamenn avstað við øllum ímóti øðrum av toppliðunum, heasferð ímóti 07 Vestur. Úrslitið á Dungasandi í Sørvági gjørdist 1-0 til Skála, sum eisini var støðan í steðginum. Einsamalla málið gjørdi Sjúrður Djurhuus tíggju minuttir fyri hvíldina.
Á Argjum lat AB ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara, tá sandoyingar vóru á vitjan. Argjamenn vunnu 7-0 móti B71, eftir at AB var frammanfyri við tveimum í hálvleikinum. Bjartur Kjærbo skoraði hattrick, meðan Dion Splidt. Mikkjal Hentze, Alex Mellemgaard og Jobin Drangastein gjørdu hvør sítt mál í stórsigrinum Inni í Vika á Argjum.
Nú øll liðini hava spælt 16 dystir, eru skálamenn av álvara við í oddastríðnum í næstbestu deildini hjá monnum.
Við stórsigrinum á B71, er AB nú aftur fremst við 39 stigum, tvey stig meir enn 07 Vestur, meðan Skála er á 3. plássi við 32 stigum.
Úrslit, 16. umfar:
AB – B71 7-0
HB – B68 3-2
07 Vestur – Skála 0-1
Víkingur – EB/Streymur 3-3
KÍ – NSÍ 1-2