1. deild menn: Toppurin í næstbestu deildini er óbroyttur, eftir at 21. umfar varð spælt mikukvøldið
07 Vestur, AB og Skála gjørdu sína skyldu sum oddalið, tá 21. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum varð spælt mikukvøldið. Sandoyingar vunnu á NSÍ, og í Klaksvík fór HB avstað við øllum stigunum.

Skála – EB/Streymur 8-0 (2-0)
Á heimavølli vann Skála heili 8-0 á EB/Streymi, eftir at skálamenn vóru frammanfyri við tveimum í steðginum.
Longu í 2. minutti varð Finnbjørn Zachariassen hjá EB/Streymi vístur av vølli, og lítla løtu seinni skoraði Ólavur Mikkelsen við brotssparki. Tað gingu bara fýra minuttir, so økti Skála til 2-0, og aftur var tað Ólavur Mikkelsen ið var upp á spæl.
Eftir steðgin rapaði korthúsið hjá sundalagsmonnum fullkomiliga, og heilar seks ferðir mátti málverjin hjá EB/Streymi í egið mál eftir bóltinum.
Ólavur Mikkelsen skoraði til 3-0 stutt eftir hvíldina, áðrenn Brian Jacobsen við trimum málum økti til 6-0.
Edvin Jacobsen gjørdi tað til 7-0, áðrenn Ólavur Mikkelsen við sínum fjórða málið stutt fyri leiklok staðfesti 8-0 stórsigurin á EB/Streymi.

AB – B68 3-0 (2-0)
Inni í Vika hevði AB vitjan av botnliðnum B68, og her gjørdist talan um ein tryggan 3-0 sigur til argjamenn.
Jobin Drangastein og Jónas Stenberg løgdu heimaliðið á odda 2-0 áðrenn fyrsta korterið var spælt. Hendan støða helt sær til stutt fyri leiklok, tá Bjartur Kjærbo gjørdi tað til endaliga úrslitið 3-0 til AB.

07 Vestur – Víkingur 2-0 (0-0)
Við 2-0 sigri á Víkingi, heldur 07 Vestur fast um fremsta plássið í næstfremstu deildini.
Men tað gekk drúgv tíð, áðrenn heimaliðið í Sørvági fekk hol á.
Ikki fyrr enn í 74. minutti eydnaðist 07 Vestur at fáa mál, og sjey minuttir fyri seinasta bríksl gjørdist støðan 2-0 til vágamenn. Málskjúttar vóru Emil Mikkelsen og Hørður H. Johansen.

Úrslit, 21. umfar:
AB – B68 3-0
KÍ – HB 1-3
07 Vestur – Víkingur 2-0
Skála – EB/Streymur 8-0
B71 – NSÍ 3-0

22. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt sunnudagin 26. august.

Støðan í 1. deild