AB og 07 Vestur vunnu sínar dystir, men Skála fylgir eisini væl við í toppinum í 1. deild hjá monnum
Fult umfar í næstbestu deildini hjá monnum er spælt í dag, og við trivaligum sigrum á ávikavist NSÍ og B68, staðfestu AB og 07 Vestur sína støðu sum oddalið í deildini.

Men Skála, sum í dag var á vitjan Inni í Dal á Sandi, har B71 tók ímóti, fylgir eisini væl við í toppinum. Hóast skálamenn vóru afturút í steðginum, so eydnaðist tað Skála at vinna 4-2 tá avtornaði.

Bakari Bojang legði B71 á odda tá eitt korter var spælt, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin javnaði Erland Berg Danielsen fyri gestirnar. Beint fyri hvíldina var aftur mál til heimaliðið, og hesaferð var tað Thomas Hans Rubeksen ið legði sandoyingarnar á sigurskós.

Í seinna hálvleiki sat Skála á meginpartinum av spælinum, og við trimum málum seinastu trý korterini, vunnu skálamenn trygt Inni í Dal á Sandi.

Edvin Jacobsen javnaði, áðrenn Brian Jacobsen 15 minuttir fyri leiklok legði skálamenn á odda. Og bara tveir minuttir seinni skoraði Erland Berg Danielsen sítt annað mál í dystinum, til endaliga úrslitið 4-2 til Skála.

Úrslit, 14. umfar:
AB – NSÍ 6-1
KÍ – Víkingur 4-2
B71 – Skála 2-4
07 Vestur – B68 3-0
HB – EB/Streymur 4-0

Spæla aftur týsdagin
15. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt týsdagin 26. juni, og tá eru hesir dystir á skránni:
NSÍ – 07 Vestur
B68 – KÍ
Víkingur – HB
Skála – AB
EB/Streymur – B71

Støðan