Við hvør sínum sigri í næstseinasta umfari er nú endaliga avgjørt, at B68 og Skála aftur verða at síggja í fremstu deildini hjá monnum komandi kappingarár

Fyri einari viku síðani tryggjaði B68 sær aftur pláss í Effodeildini, eftir eitt ár í 1. deild, og við sigri á Viking í dag er nú eisini greitt, at Skála verður at síggja í fremstu deildini hjá monnum í 2014 

Næstseinasta umfar í 1. deild er spælt í dag, og nú ein dystur er eftir at spæla, er so gott sum alt avgjørt í næstbestu deildini.

Í Streymnesi skrivaðu toftamenn søgu, við at vinna 5-2 ímóti EB/Streymi. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at besta lið hjá B68 hevur vunnið við Margáir.

Í Leirvík vann Skála 4-1 á Víkingi, meðan FC Suðuroy, ið eisini hevur stríðst fyri uppflyting, tapti 2-0 í Gundadali fyri B36.

Komandi kappingarár verða sostatt fimm lið (seks, um vit telja EB/Streym uppí) úr Eysturoynni, partur av fremstu deildini hjá monnum.

Seinast eysturoyggin var so væl umboðað í fremstu deildini var í 2008.

Úrslitini í 26. umfari í 1. deild:
KÍ – TB 2-2
B71 – HB 1-0
Víkingur – Skála 1-4
B36 – FC Suðuroy 2-0
EB/Streymur – B68 2-5