07 Vestur er nú nýtt oddalið í 1. deild hjá monnum, eftir at Skála við teprum 1-0 sigri vann á AB
Fult umfar í næstbestu deildini hjá monnum er spælt í kvøld. Og við 1-0 sigri á heimavølli ímóti AB, hava skálamenn nú av álvara hug til at blanda seg í oddastríðið, har argjamenn og vágamenn hava verið mestsum einaráðandi higartil í hesum kappingarárinum.

Einsamalla málið Undir Mýrahjalla á Skála skeyt Ólavur Mikkelsen við brotssparki, tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

Við Løkin í Runavík gjørdi 07 Vestur sína skyldu sum oddalið og vann 3-1 ímóti NSÍ. Tað var annars heimaliðið ið kom betri frá byrjan, tá Eddie Mikkelsen í 9. minutti legði NSÌ á odda. Men áðrenn steðgin svaraði 07 Vestur aftur tvær ferðir. Fyrst javnaði Tór-Ingar Akselsen tá hálvur tími var spældur, og beint fyri steðgin legði Jovan Panic 07 Vestur á odda 2-1. Tá eitt gott korter var eftir at spæla, skoraði Tór-Ingar Akselsen til endaliga úrslitið 3-1 til 07 Vestur.

Hesi úrslit hava við sær, at 07 Vestur nú er fremst við 37 stigum, meðan AB er á 2. plássi við 36 stigum. Skála heldur fast um 3. plássi, og nú 15 dystir eru spældir, hava skálamenn 29 stig.

Úrslit, 15. umfar:
Skála – AB 1-0
EB/Streymur – B71 3-1
NSÍ – 07 Vestur 1-3
B68 – KÍ 1-2
Víkingur – HB 0-1

Støðan 1. deild menn