Håkan Ericson hevur kunngjørt hópin til landsdystirnar móti Kekkia og Kosovo. Hesaferð eru ikki færri enn sjey spælarar boðsendir, ið ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum

——————

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum við Tórsvølli, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum kunngjørdi hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo.

Og av teimum 24, ið hesaferð er úttiknir, eru ikki færri enn sjey – fýra úr heimligu kappingini, og tríggir útisetar – ið ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum.

Talan er um Bárður á Reynatrøð og Noah Hans Mneney úr Víkingi, Hanus Sørensen og Stefan Radosavljevic úr HB, Martin Agnarsson, ið spælir fyri danska superligafelagið Viborg FF, Jann Julin Benjaminsen úr IL Hødd í Noregi, og Samuel Johansen Chukwudi, ið hevur sína dagligu gongd í Union St. Gilloise í Belgia.

Mikudagin 16. november klokkan 17:00, sum er klokkan 18:00 lokala tíð í Kekkia, spæla Kekkia og Føroyar í býnum Olomouc, sum liggur har eysturi í landinum, og tríggar dagar seinni, leygardagin 19. november hittast Kosovo og Føroyar í Pristina.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

 

Fotografur: Hans Erik Danielsen