Í døgunum 16. og 17. mai skipaði FSF fyri dómaraskeiði á Tvøroyri. Sjey luttakarar vóru á skeiðnum, sum allir stóðu royndina
Tørvurin eftir fótbóltsdómarum er stórur um alt landið, og serliga í suðuroynni mangla dómarar. Hvørt vikuskiftið verða nógvir dystir spældir, men alt ov fáir dómarar hava verið tøkir til allar uppgávurnar. Fyri at betra um hesa støðu, skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði á Tvøroyri í døgunum 16. og 17. mai.

Instruktørar vóru Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, og Niklas á Líðarenda, dómaraeygleiðara.

Teir sjey luttakararnir høvdu allir royndir frá fótbóltinum, talan var nevniliga um núverandi og fyrrverandi leikarar og venjarar. Og hóast miðalaldurin var høgur, so merktist hetta aftur á skeiðnum, har allir luttakararnir vístu stóran áhuga.

Skeiðið, ið nevninst FSF Dómarin, endaði við roynd, og stóðu allir luttakararnir royndina. Við hesum vónar Fótbóltssamband Føroya, at tað verður lættari at seta dómara til dystir ið skulu spælast í Suðuroynni í komandi tíðum.

Kortini vónar FSF, at enn fleiri vilja útbúgva seg sum fótbóltsdómarar, tí tørvurin eftir nýggjum dómarum kring alt landið, er stórur.


Niklas á Líðarenda


Teir sjey luttakararnir, ið hava staðið royndina sum "FSF Dómari"