FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum er á skránni komandi vikuskifti
Komandi leygardag og sunnudag fer steypakappingin hjá monnum av álvara í gongd, tá 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið er á skránni.
Og sambært Jóannes Jakobsen, so er bara spenningur í einum av teimum átta dystunum, ið skulu avgreiðast komandi vikuskifti. Í hinum sjey dystunum er Jóannes avgjørdur um, hvønn veg sigurin fer.
Løgmanssteypið, 1. umfar
Leygardagin, 5. apríl:
KÍ – 07 Vestur
Víkingur – Skála
Giza/Hoyvík – EB/Streymur
FC Suðuroy – NSÍ
B68 – Royn
AB – TB
ÍF – Undrið FF
Sunnudagin, 6. apríl:
HB – B36, kl. 15:00
Skrivað hevur:
Hans Erik Danielsen, [email protected]