Aftur í ár fór ítróttarritstjórin á Norðlýsinum, Jákup Ósá avstað við sigrinum í sambandi við Serfrøðingarnar á heimasíðuni hjá FSF. Men áðrenn kappingina væntaði vinnarin, at føroyameistararnir fóru at enda nummar 8 í EFFO-deildini
Leygardagin 25. oktober vórðu seinastu bóltarnir í føroysku landskappingini sparkaðir, og samstundis varð endaliga greitt, at B36 hevði vunnið sítt tíggjunda meistaraheiti í fremstu deildini hjá monnum.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini verið skipað fyri kapping millum tríggjar fótbóltsserfrøðingar, ið allir, á hvør sín hátt, hava sett dám á fótbóltsárið 2014.

Teir tríggir, Jákup Ósá, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge hava triðja hvørt umfar tippað dystirnar í fremstu deildini hjá monnum, og eins og í fjør, so var tað aftur hesaferð Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, ið fór avstað við endaliga sigrinum.

Men tað varð sera tætt í oddinum tá avtornaði. Jákup Ósá fekk tilsamans 24 stig, meðan Tróndur Arge og Leivur Frederiksen báðir fingu 23 stig í part.

At sjálvt serfrøðingarnir á heimasíðuni hjá FSF kunnu fara skeivir, sigur rættuliga nógv um, hvussu torført tað er at meta um fótbólt.

Áðrenn kappingin 2014 fór í gongd, skuldu Jákup Ósá, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge meta um, hvussu endaliga stigatalvan fór at síggja út, tá seinastu dystirnir í EFFO-deildini vóru spældir.

Men sjálvt teir bestu kunnu taka feil. Tróndur Arge væntaði at B36 fór at gerast nummar 5, Leivur Frederiksen roknaði við at árstalsfelagið fór at verða nummar 7, meðan Jákup Ósá áðrenn kappingina tippaði ársins føroyameistarar at blíva nummar 8 í EFFO-deildini 2014.