Ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Tað er ABC boðskapurin fyri sálarliga heilsu, og sjálvboðið arbeiði í einum felag fylgir júst hesum boðskapi, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari


Fótbóltssamband Føroya er samstarvspartur í ABC fyri sálarliga heilsu, tí fótbóltur er heilsufremjandi bæði fyri likam og sál. Fótbóltsfamiljuni tørvar allar hendur og føtur, tí uppgávurnar í einum felag eru ótrúliga nógvar og fjølbroyttar.

Við lýsingarfilmunum um Hanus úr B71 og Rannvá úr 07Vestur er ljós varpað á sjálvbodnar eldsálir, sum umframt at gera nakað gott fyri sítt felag, eisini gera nakað gott fyri seg sjálvi við at taka lut í felagsskapinum. 

Í triðja og seinasta videobrotinum kanst tú niðanfyri síggja og hoyra Moniku Mohr frá Fólkaheilsuráðnum greiða frá, hví sjálvboðið arbeiði er gott fyri sálarheilsuna.

Hevur tú hug at gerast partur av einum fótbóltsfelag? Her finnur tú yvirlit og upplýsingar um feløgini kring landið.

Kom við í fótbóltsfamiljuna – her er altíð pláss fyri einum afturat! 

Monika Mohr frá Fólkaheilsuráðnum