Føroyski landsliðsleikarin, Símun Samuelsen vónar, at Føroyar trekkja Spania og Danmark í komandi EM-undankapping
– Spania hevur heimsins besta landslið, so tað hevði verið rættuliga áhugavert at møtt teimum í komandi EM-undankapping. Tað sigur Símun Samuelsen, ið hevur sítt boð uppá, hvørji lond føroyska landsliðið vónandi trekkjur í lutakastinum til komandi EM-undankapping.

Um ein góðan mánað, sunnudagin 23. februar, verður lutakast í Nice í Frakland um, hvussu spælast skal í undankappingini til EM í 2016.

Tey 53 londini, ið vera við í undankappingini, eru býtt í styrkisbólkar. Føroyar er í bólki 6, saman við Luksemburg, Kasakstan, Liktenstein, Malta, San Marino og Gibraltar, og kann sostatt ikki koma í bólk við einum av hesum londunum.

– Hesaferð vóni eg, at vit trekkja Spania, Danmark, Turkaland, Wales og Ísland, meðan keðiligasta lutakastið vildi verið Bosnia/Hersegovina, Ukraina, Rumenia, Hvítarussland og Georgia, sigur Símun Samuelsen.

Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til komandi undankapping byrja um mánaðarskifti februar-mars, tá føroyska liðið fer á venjingarlegu í Mijas í suðurspania. Tveir venjingardystir verða væntandi á skránni á venjingarleguni. Í øllum føri er greitt, at 1. mars spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadium á Gibraltar.

Í løtuni verður nýggjur leikvøllur bygdur á Gibraltar, ið skal brúkast til undankappingardystir. Til tað er liðugt, spælir Gibraltar, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg í einari undankapping, sínar EM-undankappingardystur á Estadio Algarve í Portugal.

Les eisini: Styrkismeting til EM-lutakastið er gjørd



Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til komandi EM-undankapping byrja um ein góðan mánað, tá landsliðið fer á venjingarlegu í Mijas í suðurspania – Mynd: Hans Erik Danielsen