Føroyska A-landsliðið við monnum hevur á seinasta styrkislistanum hjá FIFA flutt seg heili 82 pláss upp eftir listanum, og er nú nummar 105 á FIFA-listanum
– Tað er altíð eitt sindur stuttligari at vera so langt uppi á listanum sum tilber, og sigurin móti Grikkalandi hevur av álvara givið endurljóð runt allan heimin. Tað, at vinna ímóti einum landi sum liggur nummar 18 á FIFA-listanum, meðan vit eru á 187. plássi, gevur serliga nógv stig. Og tað er eisini stórur munur á at liggja í botninum á listanum enn at liggja í miðuni, segði Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, í samrøðu við Rás 2 hósdagin.

Føroyska fótbóltslandsliðið er nú nummar 105 á styrkislistanum hjá FIFA, eftir at listin hjá altjóða fótbóltssamgonguni fyrr í vikuni varð dagførdur. Og serliga er tað góða úrslitið ímóti Grikkalandi, ið hevur flutt okkum upp eftir listanum.

Tað er tó ikki bara A-landsliðið, ið hevur fingið góð úrslit í ár, men kortini eru tað bara tey úrslitini, ið verða tald við, tá FIFA-listin verður dagførdur.

– Hetta árið hevur verið gott fyri føroysk lið í altjóða fótbólti. Fyrr í ár vann U21-landsliðið á Montemegro, A-landsliðið vann ímóti Grikkalandi, og føroysku liðini, sum hava tikið lut í undankappingunum til Champions League og Europa League hava fingið góð úrslit. Og hetta merkist, serliga tá vit tosa við okkara grannalond og onnur, ið eru limir í UEFA, sigur Virgar Hvidbro.

Á sumri í 1999 var føroyska landsliðið á 104. plássi á FIFA-listanum, ið er tað hægsta nakrantíð. Og tað er altíð betri at liggja so ovarliga á styrkislistaunum sum tilber, tí hetta gevur okkum ávísar fyrimunir tá lutakast til undankappingar er á skránni.

– HM í 2018 verður í Russlandi, og longu 25. juli komandi ár verður lutakastið um, hvussu vit skulu spæla ta undankappingini. Og tá ræður um at vera so ovarliga á FIFA-styrkislistanum sum tilber, fyri at vit møguliga kunnu koma í næstniðasta bólkin, ið samstundis hevur við sær, at vit kanska kunnu fáa eitt lættari mótstøðulið, sigur FSF-aðalskrivarin, og leggur afturat, at tað er skjótari at vinna seg upp eftir styrkislistanum, enn tað er at fara niður eftir listanum.

– Um vit vinna undankappingardystirnar, sum eru á skránni í mars og juni komandi ár, so flyta vit okkum ikki líka nógv, sum vit hava gjørt hesaferð, tí tá verður ikki líka stórur munur millum liðini á styrkislistanum. Jú størri munurin er á FIFA-listanum, jú fleiri stig fáa vit tá vit vinna. Stigini telja í eitt ár, og so byrja tey at minka, og tá fýra ár eru farin, eru stigini heilt burtur, sigur Virgar Hvidbro.

Seinastu árini hevur verið langt ímillum venjingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum, men nú liðið hevur flutt seg upp á altjóða styrkislistanum, er als ikki óhugsandi, at fleiri lond vilja bjóða av.

– Eingin venjingardystir er á skránni beint nú, men jú hægri vit koma upp á FIFA-styrkislistanum, jú meira áhugavert verða vit sum mótstøðulið. Nógv lond hava lagt merki til okkara góðu úrslit í ár, og tey hava eisini hug at spyrja, hvat tað er, ið vit gera rætt, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

Næsta dystur hjá føroyska A-landsliðnum verður á útivølli ímóti Rumenia sunnudagin 29. mars. Í alt seks EM-undankappingardystir eru á skránni í 2015.