Nýggi landsliðsvenjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Sigfríður Skaale Clementsen hevur úttikið 25 spælarar til venjingardyst móti Íslandi

——————

Sunnudagin 6. juni klokkan 15:00 tekur føroyska U19-landsliðið við dreingjum ímóti Íslandi. Talan er um venjingardyst, sum, verður spældur á Svangaskarði á Toftum.

Sigfríður Skaale Clementsen er høvuðsvenjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Djóna Nolsøe Joensen, hevur hann úttikið 25 spælarar til landsdystin móti íslendingum.

Hópurin
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Fayo Kruse, EB/Streymur
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur
Filip Kruse Johannesen, EB/Streymur
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Elias Rusborg, Hvidovre BK (Danmark)
Mathias Weihe Joensen, B36
Mathias Mohr Johnsson, SfB Oure (Danmark)
Símun Kalsø, KÍ
Fríði í Túni Petersen, B68
Fríði á Borg, B36
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Martin Agnarsson, B36
Poul Kallsberg, Skála
Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Emil Weihe Joensen, ÍF
Beinir Nolsøe, NSÍ
Bogi Hentze, B71
Richard Højgaard de Franca, Holbæk B&I (Danmark)
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Jákup Andrias Thomsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, NSÍ
Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)

Í november mánað skulu U19-dreingirnir til EM-undankapping í Grikkalandi, har rættuliga sterk mótstøða bíðar. Hini bæði londini í bólkinum eru Týskland og Russland.