Arbeiðið at seta ljós upp við nýggja vøllin á Svangaskarði er farið í gongd, og væntandi lýsir um ársskiftið
Norðari vøllurin á Svangaskarði á Toftum hevur í ár verið fyri umfatandi umbyggingum. Grasið er skifti út við graslíkið, og umstøðurnar kring vøllin eru eisini nýtímansgjørdar.

Men arbeiðið á Svangaskarði er ikki liðugt enn. Fótbóltssamband Føroya, við stuðli frá UEFA, og í samstarvi við Nes Kommunu, hevur nevniliga avgjørt, at seta ljós upp kring vøllin, og tað arbeiði er nú farið í gongd.

Seks ljósmastrar verða í næstum settar upp kring vøllin – fýra norðanfyri og tvær sunnanfyri vøllin, meðan ljós eisini verða sett á húsið.

Um alt gongur eftir ætlan, lýsir á norðara vøllinum á Svangaskarði um ársskiftið.