Føroyska U21-landsliðið stóð seg avbera væl ímóti Serbia. Men serbar gjørdi sína skyldu sum oddalið í bólki 4, og vunnu 2-0 í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin
Hóast undirmannaðir allan seinna hálvleik, so megnaðu serbar at fáa øll stigini við úr Gundadali, tá teir í kvøld spældu ímóti føroyska U21-landsliðnum. Úrslitið gjørdist 2-0 til Serbia, eftir at gestirnir vóru á odda við einum máli í steðginum.
Føroyska liðið var sum heild væl við í dystinum, og komu eisini fram til fleiri vandamiklar støður. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir frammanfyri málinum hjá serbum. Hinvegin gjørdi serbar sína skyldu sum oddalið í bólkinum, og skoraðu tvær ferðir, og vunnu harvið dystin.
Størsta málmøguleikan hjá føroyingunum fekk Rógvi Holm tíðliga í seinna hálvleiki. Hornaspark varð sent væl innfyri úr vinstru, og inni í brotsteiginum langaði Rógvi Holm til bóltin, sum brast á tvørtræðið og út aftur í spæl.
Saman um tikið hevði føroyska liðið uppiborið í øllum føri eitt stig, men serbarnir vóru effektivari.
Ein annar dystur hevur eisini verið í EM-undankappingarbólki 4 í dag. Danmark tók ímóti Makedonia, og endin gjørdist 6-5 til danir, sum vóru á odda 5-1 í hálvleikinum.
Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður tann 15. august, tá Danmark kemur á vitjan.
Hagtøl: Føroyar – Serbia
Standandi f.v.: Kristian Joensen, Rógvi S. Holm, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal, Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen.
Húkandi f.v.: Rene S. Joensen, Dánjal á Lakjuni, Róaldur Jakobsen, Gilli Sørensen og Hallur Hansson