Leygardagin varð skipað fyri samkomu á Hotal Hafnia, har luttakararnir, ið hava verið á A-venjaraskeið seinasta hálva annað árið, fingu prógvini handað
Í januar mánaða í fjør fóru 16 luttakarar undir UEFA A-venjaraútbúgingini, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri síðani 2007, tá útbúgvingin varð góðkend av UEFA, og leygardagin var prógvhandan á Hotel Hafnia í Havn. Hetta var samstundis fjórða toymið, ið hevur tikið UEFA A-venjaraútbúgvingina umvegis FSF, og fyri fyrstu ferð var ein kvinna millum luttakararnar. Talan er um Ingun Hansen av Strondum, sum sostatt er fyrsta kvinna, ið hevur tikið UEFA A-venjaraútbúgvingina í Føroyum.

UEFA A-venjaraútbúgvingin er sett til umleið 320 tímar, har flestu evnir, ið eru viðkomandi fyri venjarastarvið, so sum leiðsla, fysisk, taktisk og mental venjing, eru blivin viðgjørd. Tríggjar skrivligar uppgávur hava eisini verið partur av útbúgvingini, og í november varð skipað fyri námsferð til Danmarkar, har luttakararnir vitjaðu FC Keypmannahavn og Brøndby IF. Samstundis sum útbúgvingin hevur verið í gongd, hevur hvør luttakari havt sín egna vegleiðara, ið hevur vitjað til venjing í felagnum og vegleitt í sambandi við skrivligu uppgávurnar.

Tað er krav, at allir venjarar í fremstu deildini hjá monnum og venjararnir hjá føroysku landsliðunum hava A-prógv, og nú fjórða skeiðið er av, hava 62 luttakarar fingið UEFA A-prógv frá Fótbóltssambandi Føroya. Við hesum vónar FSF, at í framtíðini fara fleiri feløg at seta høvuðsungdómsvenjarar í starv, sum hava tikið UEFA A-útbúgvingina.


Standandi f.v.: Tummas Eivind J. Hansen, Sonni Djurhuus, Tummas Erling Djurhuus, Sigurð H. Sigurðsson, Karl Marius Poulsen, Petur Martin Hansen, Dan Brimsvík og Allan Dybczak.
Húkandi f.v.: Jan M. Laursen, Øssur Hansen, Ingun Hansen, Símun Eliasen, Alexandre da Silva Braga og Albert Ellefsen. Á myndini vænta Eliesar J. Olsen og Jón Johannesen – Mynd: Petur Simonsen


Sigfríður Clementsen, Pætur Clementsen, Bjørn Krogh, Pauli Poulsen, Petur Simonsen, Bill M. Jacobsen, Jóannes Jakobsen og Eli Hentze hava verið vegleiðarar hjá teimum 16, sum leygardagin fingu UEFA A-venjaraprógv – Mynd: fsf.fo


Ingun Hansen av Strondum er fyrsta kvinna, sum hevur tikið UEFA A-venjaraútbúgvingina í Føroyum. Her er Ingun avmyndað saman við Paula Poulsen, ið hevur verið vegleiðari – Mynd: Petur Simonsen