Tveir eyka hjálpardómarar vera á vøllinum, tá Víkingur og EB/Streymur fara á vøllin í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið
Mikudagin í komandi verður føroysk fótbóltssøga skrivað í Sarpugerði í Norðragøtu. Tað verða nevniliga seks dómarar, ið skulu leiða fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og EB/Streym, og er hetta ongantíð áður roynt í føroyskum fótbólti.
Á fundi við feløgini fyrr í ár boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at eyka hjálpardómarar møguliga fóru at verða nýttir í dystum í steypakappingini hjá monnum. Nú er komið so mikið ávegis við fyrireikingunum, at ætlanin í fyrsta umfari verður roynd í hálvfinalunum um Løgmanssteypið.
Dómari í fyrru hálvfinaluni millum Víking og EB/Streym verður Eiler Rasmussen, Regin Egholm og Andreas Petur Hansen vera á síðulinjuni, meðan Johnleif Gerðisá verður ”4. dómari”. Eyka hjálpardómarar verða Dagfinn Forná og Ransin Djurhuus.
Eyka hjálpardómararnar kenna vit best frá Champions League og Europa League, ið er dómarin, sum stendur á ella aftanfyri mállinjuna (bak-linjuna), til vinstru fyri málið. Uppgávan hjá eyka hjálpardómaranum er millum annað at hjálpa dómaranum at taka avgerðir, serliga í og rundan um brotsteigin, at meta um nær bólturin er farin um mállinjuna og annað.
Í løtuni er ikki avgjørt, um henda loysn eisini verður at síggja í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.