Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at allir dystirnir í 27. og seinasta umfari í Betri Deildini hjá monnum skulu byrja klokkan 14:00

——————

Leygardagin 7. november er ársins seinasta umfar í fremstu deildini hjá monnum á skránni, og tað er nógv, ið bendir á, at FM-vinnarin verður funnin í Klaksvík.

Vanliga verða allir dystirnir í síðstu umførunum spældir samstundis, og hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at allir dystirnir í 27. umfari skulu setast í gongd klokkan 14:00.

Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næst seinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14:00, meðan hinir tríggir dystirnir í næst síðsta umfari floytast í gongd klokkan 15:00.

26. umfar / Sunnudagin 1. november
EB/Streymur – Skála (kl. 14:00)
ÍF – AB (kl. 14:00)
NSÍ – KÍ (kl. 15:00)
Víkingur – B36 (kl. 15:00)
HB – TB (kl. 15:00

27. umfar / Leygardagin 7. november
B36 – NSÍ (kl. 14:00)
KÍ – HB (kl. 14:00)
TB – Skála (kl. 14:00)
AB – EB/Streymur (kl. 14:00)
Víkingur – ÍF (kl. 14:00)