FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um komandi dystir í Effodeildini, sum verða spældir fríggjadagin
Komandi fríggjakvøld verður 15. og seinasta umfar áðrenn steðgin í Effodeildini spælt.

Í FSF Varpinum hesaferð umrøða Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen dystirnar í Effodeildini, sum vórðu spældir seinasta vikuskifti, og hugt verður eisini fram ímóti komandi umfari, sum verður spælt fríggjakvøldið.

Eisini eru øll málini frá 14. umfari at síggja í sendingini.

Dystirnir í 15. umfari verða spældir soleiðis:
B36 – 07 Vestur, kl. 17:30
Víkingur – HB, kl. 19:00
ÍF – KÍ, kl. 19:00
AB – NSÍ, kl. 19:30
TB – EB/Streymur, kl. 20:30

Meðan 3-2 og Dagur & Vika eru í summarfrí, er ætlanin at vísa mál og hæddarpunkt frá dystum í Effodeildini á FSF.fo.