15. umfar í Effodeildini, sum samstundis er seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, verður spælt fríggjadagin og leygardagin
Fyrsta bríksl í seinasta umfari áðrenn Effodeildin fer í summarsteðg, verður í Sarpugerði í Norðragøtu fríggjadagin klokkan 19:00, tá Víkingur fær vitjan av B36. Og klokkan 19:30 byrjar dysturin við Løkin í Runavík, har NSÍ tekur ímóti oddaliðnum, EB/Streymi.

Tríggir dystir leygardagin

Leygardagin verða hinir tríggir dystirnir í fremstu deildini hjá monnum spældir. Í Fuglafirði møtast ÍF og HB, og á Vágseiði í Vági fær FC Suðuroy vitjan av KÍ. Hesir báðir dystir byrja klokkan 15:00.

Klokkan 17:00 verður fyrsta spark á nýggja graslíkisvøllinum á Tofta Leikvølli á Svangaskarði, har B68 og TB bresta saman.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um teir fimm dystirnar sum eru á skránni í 15. umfari í Effodeildini.