17 ára gamla Sara Samson Lamhauge fekk leygarkvøldið boð um at hon skuldi við A-landsliðnum til dystirnar móti Slovenia og Kekkia. – Tað er stórt at sleppa at umboða Føroyar, sigur HB-miðvallarin

Fyri Saru Samson Lamhauge var seinasta leygarkvøld ikki heilt sum vanligt. Brádliga ringdi telefonin, og á linjuni var landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, og ikki kann sigast annað enn, at boðini frá honum frøddu 17 ára gamla HB-spælaran.

– Hann spurdi, um eg hevði hug at koma við til dystirnar móti Slovenia og Kekkia. Eg bleiv sjálvandi mega glað, tí tað er stórt at sleppa at umboða Føroyar á A-landsliðnum. Tað hevur altíð verið mín dreymur, sigur Sara við heimasíðuna hjá FSF.

Unga HB-liðið hevur havt eitt frálíkt kappingarár higartil. Tær hava júst tryggjað sær pláss í steypafinaluni og liggja eisini fremst í landskappingini í harðari kapping við EBS/Skála og KÍ. Sara hevur verið á vøllinum í øllum dystunum í ár, og fyri tey, ið fylgja við í kvinnukappingini, kemur landsliðsúttøkan av Saru Samson Lamhauge als ikki óvart á.

– Eg var so heppin at vera til eina royndarvenjing herfyri, men varð ikki tikin út ta ferðina. Tað eri eg so nú, og enn eri eg ung, so kanska eg fái fleiri møguleikar í framtíðini, sigur Sara, sum er í gongd við at venja seg við nýggja leiklutin sum A-landsliðsleikari.

– Hetta er nýtt fyri meg, og fyrsti dagur, eg eri saman við liðnum. Tað er stórt, og eg eri sera spent at læra hinar spælararnar at kenna, sigur HB-spælarin, sum sjálvsagt vónar at fáa spælitíð.

– Tað hevði sjálvandi verið stuttligt, men nú fáa vit at síggja.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Slovenia verður á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17:00.

 
Atgongumerki til dystin, ið fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo, kostar einans 100 krónur fyri vaksin, meðan ókeypis atgongd er fyri børn og ung, 16 ár og yngri.

 

 

 

 

 

Myndir: Andrass Thomsen