Klaksvíkskvinnur lótu ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara, tá tær í dag høvdu vitjan av AB
8. umfar í fremstu deildini hjá kvinnum hevur verið á skránni í dag, og við einum tryggum sigri á AB, heldur KÍ rimmarfast um oddasessin í deildini. Eisini B36 gjørdi sína skyldu sum topplið, tá árstalsfelagið vann á Skála.
KÍ – AB 3-0 (2-0)
Klaksvíkskvinnur vóru betra liðið, tá tær í dag høvdu vitjan av AB, og endin gjørdist eisini ein tryggur 3-0 sigur til KÍ.
Rannvá Andreassen og Malena Josephsen skoraðu málini fyri steðgin, og í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, slerdi Sigrid Jacobsen 3-0 sigurin fastan.
Argjakvinnur høvdu bóltin nógv, serliga í seinna hálvleiki, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.
Hinvegin hevði KÍ allatíðina tamarhald á dystinum, og var sigurin tí fult uppiborin.
Úrslit, 8. umfar:
FC Suðuroy – HB 1-1
KÍ – AB 3-0
Skála – B36 0-2
ÍF – Víkingur 0-1
EB/Streymur – NSÍ/B68 2-0