VIDEO: Sunnudagin var toppdystur í 1. deild hjá kvinnum, tá KÍ og EB/Streymur/Skála møttust í Djúpumýru í Klaksvík. Heimaliðið vann ein sannførandi 4-0 sigur á felagsliðnum
Klaksvíkskvinnur halda fast um oddasessin í fremstu deildini hjá kvinnum. Hetta er greitt, eftir 4-0 sigurin á EB/Streymi/Skála.
Undan sætta umfari, sum varð spælt sunnudagin, høvdu bæði KÍ og felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála fult stigatal. Tí var lagt upp til ein spennandi dyst, tá hesi bæði brustu saman í Djupumýru í Klaksvík sunnudagin.
Men fleirfalda meistararnir lótu ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara, og stóra hetjan fyri KÍ gjørdist Maria K. Thomsen, sum skoraði øll fýra málini.
Úrslitini í 6. umfari:
ÍF/Víkingur – AB/B36 2-0
KÍ – EB/Streymur/Skála 4-0
Í FSF Varpinum ber til at síggja málini í dystinum millum KÍ og EB/Streymur/Skála.