Fyri at hækka um støðið á úrslitatænastuni hjá FSF verður við hesum heitt á feløg og dómarar um at senda dómaraseðlarnar til FaroeSoccer skjótast tilber
Undan kappingarbyrjan í ár, varð nýggj samstarvsavtala gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og heimasíðuna FaroeSoccer.
Avtalan inniber, at FaroeSoccer umsitir úrslitatænastuna fyri FSF í hesum deildum:
– Effodeildini
– 1. deild menn
– 2. deild menn
– Løgmanssteypið
– Dreingir U18 (nýtt)
– Dreingir U18 Steypakappingin (nýtt)
– 1. deild kvinnur
– Steypakappingin kvinnur
Fyri at henda samstarvsavtala skal virka á best hóskandi hátt, vil Fótbóltssamband Føroya við hesum heita á feløg og dómarar, ið spæla/døma omanfyri nevndu kappingar, um at senda dómaraseðilin til FaroeSoccer beinanvegin eftir loknan dyst, og í mesta lagi ein tíma eftir at dysturin er bríkslaður av.
Dómaraseðlar kunnu sendast sum pdf-fílur ella sum “mynd” til [email protected], ella við telefaks, 32 05 16.
Dómaraseðilin verður síðani lagdur út alment á heimasíðuna hjá FaroeSoccer (www.faroesoccer.com). Við hesum fáa fjølmiðlar og almenningurin sum heild, atgongd til øll úrslit í hægstu deildunum í føroyskum fótbólti.
Fyri Effodeildina og 1. deild menn verður eisini víst til STEVNUNA 2012 (Fyrisitingarlig viðurskifti) um dómaraseðlar. Feløgini í hesum deildum hava sambært stevnuni skyldu til at hava fólk og útgerð við vøllin at taka sær av dómarum og dómaraseðlunum.
Felagsskriv frá FSF, Fótbóltsdómarafelag Føroya og FaroeSoccer