Í fremstu deildini hjá kvinnum vunnu øll heimaliðini favoritsigrar, tá 10. umfar varð spælt um vikuskiftið
Sunnudagin varð fult umfar í 1. deild hjá kvinnum spælt , og við favoritsigrum á heimavølli, gjørdu KÍ, B36 og AB sína skyldu sum oddalið í kappingini.
Víkingur, ið fekk eina ringa byrjan upp á kappingarárið, vann sannførandi á heimavølli, og í Havn vann HB tepurt á ÍF.

Víkingur – NSÍ/B68 5-0 (2-0)
Undan 10. umfari var størsti spenningur í dystinum millum Víking og NSÍ/B68, men tá avtornaði var tað felagsliðið úr Gøtu og Leirvík ið vann ein sannførandi sigur.
Úrslitið gjørdist 5-0 til Víking, sum seinastu umførini hevur vent vánaligu byrjanini av landskappingini og vunnið sær nøkur stig.
Jóhanna Lervig skoraði tvey mál fyri Víking, meðan Ansy Sevdal, Leila Pætursdóttir og Margunn Jacobsen gjørdu eitt mál í part.

HB – ÍF 2-1 (1-0)
Í Gundadali vann HB 2-1 á ÍF, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-0 til heimaliðið.
Stutt fyri steðgin legði Elin Niclasen HB á odda, og fimm minuttir eftir hvíldina økti Lív Arge til 2-0.
ÍF svaraði aftur tá 72 minuttir vóru spældir, við máli sum Annika Ragna Petersen gjørdi. Men nærri komu kvinnurnar úr Fuglafirði ikki, og við sigrinum lyftir HB seg upp á 4. plássið í 1. deild hjá kvinnum.
HB hevur eftir 10 dystir 16 stig, sama stigatal sum Skála. Málmunurin hjá HB er +8, meðan málmunurin hjá Skála er +3.

Úrslit: 10. umfar:
B36 – EB/Streymur 3-0 (2-0)
AB – FC Suðuroy 8-0 (2-0)
Víkingur – NSÍ/B68 5-0 (2-0)
KÍ – Skála 6-0 (2-0)
HB – ÍF 2-1 (1-0)

11. umfar verður spælt sunnudagin 24. juni, og tá verður spælt soleiðis:
ÍF – B36
FC Suðuroy – KÍ
EB/Streymur – AB
NSÍ/B68 – HB
Víkingur – Skála

Mikudagin 20. juni spæla HB og B36 í Havn. Dysturin skuldi upprunaliga verði spældur sunnudagin 1. juli, tá 12. umfar er á skránni. Men eftir ynskjum frá feløgunum, er dysturin framskundaður til mikudagin 20. juni, kl. 19:00.

Støðan 1. deild kvinnur