3. umfar í FUTSAL-kappingini varð um vikuskiftið spælt í ítróttarhøllini við Løkin í Runavík
Í samstarvi millum B68 og NSÍ, var ítróttarhøllin við Løkin í Runavík um vikuskiftið karmur um 3. umfar í FUTSAL-kappingunum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í vetur.
Lagt varð fyri leygarmorgunin kl. 9, við kappingini hjá Dreingir U12, og síðani bleiv spælt til seint á kvøldið, tá seinasti dysturin í kappingini hjá Dreingir U14 varð spældur.
Sunnudagin kl. 13 varð hol sett á 3. umfar í kappingini hjá Dreingir U16, og ikki fyrr enn klokkan nærkaðist nýggju um kvøldið, varð seinasti dystur avgreiddur.
HB a framvegis fult stigatal
Í kappingini hjá Dreingir U12, heldur HB a fast um oddasessin. Aftur hetta umfari vunnu dreingirnir úr Havn allar sínar dystir, og hava tískil – sum einasta lið í kappingunum – framvegis fult stigatal.
Nummar 2 í Dreingir U12 er 07 Vestur b, við 23 stigum, trý stig meir enn Víkingur a, sum hevur fingið 20 stig fyri fyrstu trý umførini.
NSÍ yvirhálaði KÍ
Hjá Dreingjum U14 hevur NSÍ yvirtikið oddasessin frá klaksvíkingum. Á heimavølli eydnaðist tað dreingjunum úr Runavík at vinna allar sínar dystir, meðan klaksvíksdreingir vunnu ein, spældu ein dyst javnt, og taptu ein.
Við hesum hevur NSÍ a lagt seg á odda við 31 stigum, trý stig meir enn KÍ. Nummar 3 er HB b við 26 stigum.
Tætt í toppinum hjá teimum elstu
Í kappingini hjá Dreingir U16 er rættuliga tætt í toppinum, har bara trý stig eru á muni millum nummar 1 og 4.
Tað er tó framvegis NSÍ a sum heldur fast um oddasessin. Men bara eitt stig aftanfyri runavíkingarnar eru Víkingur a og HB við 27 stigum í part, meðan EB/Streymur a er nummar 4 við 25 stigum.
Umfar 4 í FUTSAL-kappingunum verður spælt í nýggju ítróttarhøllini á Sandi komandi vikuskiftið, sum er 8. og 9. desember.
Fleiri myndir frá umfarinum í Runavík kunnu síggjast HER