Komandi vikuskifti verður 7. umfar í Effodeildini spælt. NSÍ og Víkingur spæla fríggjadagin, og tað sama gera HB og B36
7. umfar í Effodeildini er á skránni komandi vikuskifti, og byrjað verður fríggjadagin, sum er Dýri biðidagur, tá tveir dystir verða spældir.

Við Løkin í Runavík tekur NSÍ ímóti oddaliðnum, Víkingi, og í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36.

Í Runavík verður byrjað kl. 16:00, meðan dysturin í høvuðsstaðnum byrjar kl. 18:00.

Leygardagin verða hinir tríggir dystirnir í 7. umfari í Effodeildini spældir.

Á Toftum spæla B68 og KÍ, í Fuglafirði fær ÍF vitjan av EB/Streymi, og í Vági bresta FC Suðuroy og TB saman.

Allir dystirnir leygardagin byrja kl. 15:00.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 7. umfar í Effodeildini.

7. umfar:
NSÍ – Víkingur (fríggjadagin kl. 16:00)
HB – B36 (fríggjadagin kl. 18:00)
B68 – KÍ (leygardagin kl. 15:00)
ÍF – EB/Streymur (leygardagin kl. 15:00)
FC Suðuroy – TB (leygardagin kl. 15:00)