Føroyska liðið helt málið reint til eitt gott korter var eftir at spæla, men seinastu løtuna skoraðu rumenar trý mál og vunnu til endans 3-0

Føroyska vónbrotið var stórt, tá dómarin floytaði fyri seinastu fer í dystinum millum Føroyar og Rumenia. Í hálvleikinum var málleyst á Tórsvølli, men tá eitt gott korter var eftir at spæla, komu rumenar á odda, og tá avtornaði stóð 0-3 á máltalvuni.

 

Stóran part av tíðini var talan um ein javnan dyst. Gamaní høvdu rumenar bóltin meir enn okkara, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Føroyska verjan stóð væl, og tá rumenar fingu skot á mál, var Gunnar Nielsen á røttum stað.

 

Føroyska liðið kom eisini fram til onkrar góðar støður, og ta einu ferðina var nær við, tá Klæmint Andrasson Olsen fekk høvdið á bóltin, eftir innlegg úr vinstru. Men rumenski málverjin fekk bjargað skallarinum út til horna.

 

Í hinum dystunum í bólkinum, sum vórðu spældir leygarkvøldið, vann Svøríki 4-0 útivølli móti Malta, og í Norra spældu Norra og Spania javnleik 1-1. Við javnleikinum mistu spaniólar síni fyrstu stig í hesari undankappingini, men teir eru framvegis fremst í bólkinum. Spania hevur 19 stig, Svøiki hevur 14 stig, Rumenia 13 stig, meðan Norra er á 4. plássi við 10 stigum. Malta og Føroyar hava ávikavist 3 og einki stig.