Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara, tá Liktinstein og Føroyar møttust í venjingardysti á Marbella Football Center fríggjakvøldið. Úrslitið gjørdist 4-0 til Føroyar

——————

Við málum frá Pæturi Petersen, ið gjørdi tvey, Adriani Justinussen og Arnbjørni Svensson, vann føroyska A-landsliðið við monnum ein uppibornan og sannførandi sigur á Liktinstein fríggjakvøldið.

Longu í 3. minutti legði Pætur Petersen Føroyar og odda, og nærum allan dystin sat føroyska liðið á tí allar mesta. Beint fyri hálvleik økti Pætur til 2-0, og í seinna hálvleiki skoraðu Adrian Justinussen og Arnbjørn Svensson, ið spældi sín fyrsta A-landsdyst, hvør sítt mál.

Týsdagin í komandi skal føroyska manslandsliðið í eldin aftur, tá danir taka ímóti á Brøndby Stadion. Fyrsta bríksl verður klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.

Atgongumerki til landsdystin millum Danmark og Føroyar fáast til keyps í nethandilinum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU.

Myndir: Hans Erik Danielsen