Leygardagin 27. november verður skipað fyri Impulsskeiði við roynda danska venjaranum, Troels Bech. Skeiðið er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og telur 7 impulstímar til dagføring av próvnum

——————

55 ára gamli Troels Bech, ið hevur havt UEFA Pro venjaraprógv síðan 2006, er eitt kent andlit í donskum fótbólti. Hann hevur millum annað vant AC Horsens, Silkeborg, FC Midtjylland og OB, og er samstundis tann venjarin, ið hevur metið við flest Superligadystum.

Harafturat var Troels Bech ítróttarstjóri í Brøndby IF frá 2015 til 2018, og so hevur hann eisini sjálvur spælt á hægsta stigi í Danmark og í Týsklandi.

Talan er sostatt um ein sera royndan og virdan venjara og undirvísara, ið vitjar Fótbóltssamband Føroya leygardagin 27. november.

Impulsskeiðið við Troels Bech verður í FSF-húsinum frá klokkan 09:00 til 16:00, og er ætlað venjarum við UEFA A- og B-prógvi, og teimum sum luttaka á A-venjaraskeiðnum í ár. Skeiðið telur samstundis 7 impulstímar til dagføring av A- og B-próvnum.

Áhugaði kunnu sjálvi melda til ella venda sær til egið felag, ið avgreiðir tilmeldingina, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Upplýsi navn, føðidato, kyn, teldupost og telefonnummar, og tað er av stórum týdningi, at hesir upplýsingar eru rættir.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 15. november 2021. Kostnaðurin fyri at luttaka er 800 kr.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til tekniska stjóran í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen ([email protected] ella tel. 29 19 64).