Símun Samuelsen og Páll Klettskarð gjørdu málini fyri A-landsliðið, sum mánakvøldið vann 2-1 á U21-landsliðnum í seinastu venjingini í ár. Sørmundur Kalsø skoraði málið hjá U21-liðnum
Tað vóru teir eldru og meiri royndu leikararnir ið drógu longsta stráðið, tá A-landsliðið og U21-landsliðið brustu saman í dysti á Tórsvølli mánakvøldið.

Úrslitið gjørdist 2-1 til A-landsliðið, eftir málleysan fyrra hálvleik. Stutt eftir steðgin legði Sørmundur Kalsø U21-landsliðið á odda, tá miðverjin var hægstur eftir horna. Men lítla løtu seinni svaraði A-landsliðið aftur, í tveimum førum, við stuttum millumbili. Fyrst við máli frá Símun Samuelsen, áðrenn Páll Klettskarð úr ellivu metrum setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-1 til teir eldru.

Sigurin kundi verði størri, men ein stórspælandi Teitur Matras Gestsson í U21-málinum syrgdi fyri, at A-landsliðið "bara" fekk tvey mál.

Í innslagnum niðanfyri eru umframt brot úr dystinum, eisini samrøður við Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, og Bill M. Jacobsen, annar av U21-landsliðsvenjarunum.