Á seinasta starvsnevndarfundi í FSF varð avgjørt, at Róin Schrøter avloysir Trygva Mortensen í Kappingarnevndini
Róin Schrøter er nýggjur limur í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta var samtykt á seinasta starvsnevndarfundi í FSF, sum varð hildin mánadagin 17. mars. Róin Schrøter avloysir Trygva Mortensen, sum fyrr í ár valdi at taka seg úr Kappingarnevndini.

Stutt eftir aðalfundi í fjør avgjørdi starvsnevdin í Fótbóltssambandi Føroya annars, at limirnir í undirnevndunum hjá FSF verða valdir fyri tvey ár.

Men fyrr í ár varð Trygvi Mortensen settur í starv sum høvuðsvenjari hjá NSÍ, og tá valdi Trygvi samstundis at taka seg úr Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Undirnevndirnar í FSF eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin
Christian Andreasen, formaður
Róin Schrøter
Fíðin Ziskason

Kappingarnevndin
Jákup Martin Joensen, formaður
Jógvan Páll Joensen
Róin Schrøter

Ungdómsnevndin
Jógvan Páll Joensen, formaður
Trygvi Mortensen
Karl Vidtfeldt

Kvinnunevndin
Fríðin Ziskason, formaður
Jákup Martin Joensen
Hanna Olsen
Liljan av Fløtum Petersen
Malena Josephsen

Landsliðsnevndin
Fríðin Ziskason, formaður
Jákup Martin Joensen
Heðin D. Poulsen

Lógar- og sáttmálanevndin
Heðin D. Poulsen, formaður
Róin Schrøter
Petur Even Djurhuus

Útbúgvingar- og menningarnevndin
Trygvi Mortensen, formaður
Jógvan Páll Joensen
Rúni Heinesen

Grassrootsnevndin
Róin Schrøter, formaður
Niclas Davidsen
Jákup Martin Joensen
Jógvan Páll Joensen

Dómaranevndin
Fríðin Ziskason, formaður
Heðin D. Poulsen
Niklas á Líðarenda

Hattricknevndin
Heðin D. Poulsen, formaður
Rúni Abrahamsen
Rúni Heinesen

Skrivað hevur: Hans Erik Danielsen, [email protected]