Lars Olsen hevur úttikið hópin til dystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki, sum verða 11. og 15. oktober. Hesaferð hava tveir leikarar úr AB fingið landsliðsboð
Um góðar tvær vikur eru seinastu HM-undankappingardystirnir í hesum umfarinum á skránni, tá fyrst Kasakstan tann 11. oktober, og síðani Eysturríki tann 15. oktober koma á vitjan í Føroyum.
Í hesum sambandi hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið 22 leikarar, ið skulu umboða Føroyar til nevndu dystir, og fyri fyrstu fer nakrantíð hava tveir leikarar úr AB av Argjum fingið landsliðsboð. Talan er um málverjan, Símun Rógva Hansen, og verjuleikaran, Róa Danielsen.
Teir 22, ið eru úttiknir, eru hesir:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell, Skotland
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Símun Rógvi Hansen, AB Argir
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, Valur, Ísland
Rói Danielsen, AB Argir
Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK, Noreg
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub, Danmark
Atli Gregersen, Víkingur
Miðvallarar:
Hallur Hansson, AaB Ålborg, Danmark
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Daniel Udsen, FC Helsingør, Danmark
Christian Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Danmark
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger, Noreg
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík
Finnur Justinussen, Víkingur
Klæmint Olsen, NSÍ Runavík
Atli Gregersen er leikbannaður til undankappingardystin ímóti Kasakstan, men verður í føroyska hópinum til dystin ímóti Eysturríki.
HM-undankappingardysturin ímóti Kasakstan verður spældur á Tórsvølli fríggjadagin 11. oktober, kl. 18:00, og fýra dagar seinni, týsdagin 15. oktober, kl. 19:45, koma eysturríkarar á vitjan á Tórsvølli.
Atgongumerki til HM-undankappingardystirnar móti Kasakstan og Esyturríki kunnu keypast HER. Atgongumerkjasølan á heimasíðuni endar fríggjadagin 4. oktober, kl. 12:00.