VIDEO: Hóast tað framvegis eru seks umfør eftir at spæla í næstbestu deildini hjá monnum, so hava tvøramenn longu tryggjað sær ovasta sessin í deildini
Men hvussu verður komandi ár, tá aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB aftur verður at síggja í bestu deildini hjá monnum?

Í FSF Varpinum hesaferð er samrøða við Rógva Joensen, ið spælir við TB, umframt samandráttur frá dystinum mikukvøldið, tá FC Suðuroy og TB spældu á Vágseiði. Og sjálvt um grannauppgerðin endaði við málleysum javnleiki, so vóru nógvir málmøguleikar til báðar partar.