Við meir enn helvtina av atkvøðunum, vann Róaldur Jakobsen kappingini um besta máli í Effo-deildini, skorað í mars mánaða
Seinastu tvær vikurnar hava fótbóltsfjepparar kunna atkvøtt á heimasíðuni hjá FSF, um besta mál í Effo-deildini, skorað í mars mánaða. Og við meir enn helvtina av atkvøðunum hevur Róaldur Jakobsen vunnið heiðurin, at hava skorað besta mál í Effo-deildini, fyrsta mánaðan í hesum kappingarárinum.

Yvir 1400 atkvøður eru avgreiddar, og við 55 prosentum av atkvøðunum, bleiv tað 1-0 málið hjá Róaldi Jakobsen, í dystinum millum AB og B36 leygardagin 22. mars, sum fekk flestar atkvøður.

Nummar 2 bleiv málið hjá Kristin R. Mouritsen í dystinum millum HB og ÍF, sum teir reyð-svørtu vunnu 3-1, við 37 prosentum av atkvøðunum. Nummar 3 bleiv Bartal Eliasen við 5 prosentum av atkvøðunum, Klæmint A. Olsen fekk 2 prosent, meðan vinnarin, Róaldur Jakobsen fekk 1 prosent fyri seinni málið í 2-1 sigrinum á Argjum tann 22. mars.

Í alt vórðu 42 mál skorað í Effo-deildini í mars mánaða.

Tey fimm málini, ið atkvøtt varð um, kunnu síggjast her: