Ein ringur vøllur, við vánaligum ljósviðurskiftum, var tað, ið føroyska A-landsliðið fekk at venja á, tá seinasta venjingin undan dystinum móti Malta var á skránni
Umstøðurnar kring føroyska A-landsliðið hava verið sera góðar, síðani ferðalagið kom til Malta seint leygarkvøldið.
Men tá liðið skuldi venja á leikvøllinum, har dysturin skal spælast týskvøldið, vóru maltesar ikki so blíðir meir.
Tá landsliðið kom til Ta’ Qali National Stadion, fingu føroysku leikararnir ikki loyvi at fara á vøllin at venja. Í staðin vórðu leikararnir vístir til ein annan vøll, sum bæði var óslættur og slitin, umframt at ljósviðurskiftini vóru út av lagi vánalig.
Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð í føroyska hópinum, men maltesar vóru hvørki til at høgga ella stinga í, og tí fóru seinastu fyrireikingarnar fram undir heldur keðiligum umstøðum.
– Hetta minnir meg nógv um umstøðurnar í Havn, tá fyrstu ljósini komu kring Ovara Vøll í Gundadali. Men hetta skal kortini ikki vera nøkur umbering fyri, at vit ikki vera klárir til sjálvand dystin, segði Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, eftir venjingina, sum endaði við dysti millum teir ungu móti teimum gomlu, og aftur hesaferð fóru teir eldru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 2-1 til teir eldru.
Landsdysturin millum Malta og Føroyar verður spældur týskvøldið klokkan 18:00, føroyska tíð.