Tað hevur verið eitt sindur av kjaki í almenna rúminum um, nær leikari fær leikbann eftir reytt kort, ella eftir ávíst tal av gulum kortum
Í vaksnamannadeildini er reglan rættiliga einføld. Fær leikari reytt kort, annaðhvørt sum beinleiðis reytt ella eftir tvey gul, so gevur hetta leikbann í komandi dysti hjá liðnum, uttan mun til, um talan er um dyst í landskapping ella í steypakapping.

Fær leikari hinvegin til dømis savnað sær fimm (5) gul kort í landskappingini, gevur hetta leikbann í ein dyst í landskappingini, hóast næsti dystur er í steypakappingini. Tað vil siga, at reytt kort gevur leikbann í næsta dysti, meðan leikbann vegna gul kort hava við sær, at leikari situr uttanfyri í somu kapping, sum kortini eru givin í.

Tá leikari hevur fingið fimm (5) gul kort, fær viðkomandi leikari ein (1) dag leikbann, men tá leikari harnæst hevur fingið trý gul kort, fær hann aftur ein (1) dag leikbann. Fær sami leikari harnæst tvey (2) gul kort, fær hann ein (1) dag leikbann. Hetta er galdandi fyri Effo-deildina og fyri 1. deild menn.

Tó er leikari, ið hevur fingið fimm (5) gul kort í 1. deild, ikki leikbannaður í Effo-deildini. Men hevur leikari fingið fimm (5) gul kort í Effo-deildini, er hesin leikbannaður í Effo-deildini og í 1. deild. Fyri aðrar allar kappingar/deildir fellur fyrsta leikbannið eftir fyrstu trý gulu kortini, og síðani verður leikbann givið fyri hvørjar tvær ávaringar.

Givnar ávaringar føra við sær leikbann fyri viðkomandi leikara í teirri deild, ið hann hevur fingið ávaringina. Ávaringar (gult kort), givnar í steypakappingum, eru bert galdandi fyri dystir í steypakappingini.