Venjingardysturin móti Danmark endaði við 4-0 sigri til danir, sum skoraði øll málini í fyrra hálvleiki
——————
Danmark var ein ov stórur biti fyri føroyska A-landsliðið við monnum. Venjingardysturin á MCH Arena í Herning endaði við 4-0 sigri til danir.
Føroyska liðið byrjaði annars væl, og fyrstu løtuna var munurin ikki so stórur. Men um miðan fyrra hálvleik fingu danir hol á, og tá liðini fóru at hvíla seg var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Okkara menn komu meir við í seinna hálvleiki, men í avgerandi løtum manglaði seinasti neyvleikin. Vertirnir komu eisini til nakrar góðar støður, men føroyska verjan var stinn, samstundis sum Teitur Matras Gestsson spældi ein góðan dyst.
Komandi leygardag og týsdagin í næstu viku verður spælt í UEFA Nations League kappingini. Leygardagin 10. oktober kl. 17:00 spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og týsdagin 13. oktober kl. 19:45 er heimadysturin ímóti Andorra á skránni.
Myndir: Hans Erik Danielsen