Í samband við ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, ið FSF skipar fyri 2. og 3. mars, vitjar Jesus Gutierrez, sum í meir enn 10 ár hevur verið knýttur at fleiri av ungdómsliðunum hjá Real Madrid
Vikuskiftið 2. og 3. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar úti í feløgunum, íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.
Á skránni verða fyrilestrar, framløgu og venjingar, og umframt at sjálvur útbúgvingarstjórin hjá UEFA, Frank Ludolph verður við, fáa vit eisini vitjan av spaniólanum, Jesus Gutierrez, ella Guti, sum hann eisini verður nevndur.
Guti, ið hevur drúgvar royndir við fleiri av ungdómsliðunum hjá Real Madrid, og sum eisini hevur vant vanksnamannalið í Spania, kemur at luttaka við framløgum og praktiskum venjingum á Tórsvølli. Harafturat hevur Guti sína egnu fyritøku, har hann fæst við at undirvísa í fótbóltsvenjing, við serligum atliti til undirvísingarhættir hjá venjarum.
– Vit eru sjálvandi sera fegin um at hava fingið í lag avtalu við Guti, at hann kemur hendanvegn. Hann hevur vitjað í Føroyum áður, og hann gleðir seg at koma aftur, serliga til eitt slíkt tiltak, har tað vónandi verða nógvir venjarar ymsastaðni frá úr landinum.
– Guti er góður undirvísari, sera dugnaligur venjari og dugur væl enskt. So eg vænti heilt avgjørt, at her er nógvur íblástur at heinta hjá okkara venjarum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Tað er einki at ivast í, at talan er um ein dugnaligan og altjóða viðurkendan undirvísara, ið kemur á vitjan. Umframt at arbeiða sum venjari, hevur Guti eisini skrivað eina bók um spanska mátan at venja og spæla possisionsfótbólt, og fyribils er bókin umsett til bæði enskt og danskt.
Freistin, at boða frá luttøku til ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt er mánadagin 19. februar. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Møguleiki er eisini at gista á Hotel Føroyum í samband við stevnuna, men tað er avmarkað pláss, so tað ræður um at gera skjótt av.
Ráðstevnan telur 10 impulstímar til endurnýggjan av A- og B-licensum.