Gestur í FSF Varpinum hesaferð er tvøramaðurin í HB, Rasmus Nolsøe. Hóast ungan aldur, so hevur Rasmus upplivað eina rúgvu á síni fótbóltsleið
Maðurin við tí gylta vinstra beininum. Nærri presentatión er nokk ikki neyðug, tá talan er um Rasmus Nolsøe, ið fekk sín fótbóltsuppvøkstur í TB, men sum í dag er hjálparvenjari hjá EFFO-liðnum hjá HB.
Rasmus Nolsøe byrjaði sum sagt sína fótbóltsleið á Sevmýru á Tvøroyri, men hevur seinastu nógvu árini verið knýttur at HB, tó burtursæð frá lestrartíðini í Danmark. Rasmus hevur roynt mangt og hvat í fótbóltinum, og hevur millum annað vunnið trý FM-heitir.
Eitt tíðarskeið var Rasmus Nolsøe eisini í Brøndby og royndi seg, men tað bleiv kortini bara til eitt hálvt ár í danska stórfelagnum. Rasmus er ósmæðin sum persónur, og veit tí nógvar stuttligar ”røvarasøgar”.