Føroyski landsliðsmálverjin Randi S. Wardum væntar, at hon fær nógv at gera, tá ið føroyska kvinnulandsliðið í annaðkvøld tekur ímóti Svøríki á Tórsvølli

Tað bleiv stúrt fyri einum stórtapi, tá ið føroysku kvinnurnar farna heyst vóru á vitjan í Stockholm og spældu móti Svøríki, men hóast eitt áhaldandi svenskt trýst bleiv talan ikki talan um nakað skrædl, hóast sviar vunnu 5-0. Nú er tíðin so komin, at svensku kvinnurnar vitja í Føroyum.

– Eg ivist ikki í, at eg fái nógv at gera í morgin. Eg minnist dystin í Svøríki sum um, at tað var eitt øgiligt trýst á okkum allan dystin. Tær høvdu nógvar kjansir, men tað ræður um hjá okkum at standa rætt. Eg haldi, at tær vóru nokk so diggutar seinast, og eg vænti, at tær verða meiri beinleiðis í sínum spæli hesaferð, sigur føroyski málverjin, Randi S. Wardum.

Randi heldur, at tað er eingin ivi um, at Svøríki hevur besta liðið í bólkinum.

– Tær eru besta liðið í bólkinum. Skotland er eisini gott, men Svøríki hevur okkurt yvir sær, og tær hava eina rutinu, sum hinar ikki hava. Tær eru best skipaðar og vita best, hvat tær skulu gera. Eg havi tað eitt sindur soleiðis, at av tí at vit fingu eitt sindur toyggið frá teimum eftir dystin í Svøríki, so hava tær hug at fara inn at sorla okkum sundur. Men hinvegin havi eg eisini kenslu av, at tær fara at brúka dystin til at royna okkurt nýtt fram móti endaspælinum í morgin, sigur føroyski málverjin.

Randi S. Wardum sigur, at sjálvandi kemur føroyska liðið at spæla verjukent.

– Tað ræður um hjá okkum, at vit liggja tætt saman og arbeiða hart saman. Mínir tankar eru, at vit skulu royna at spæla meiri, enn vit gjørdu í Svøríki, og møguliga brúka Heidi til teir longu bóltarnar, sigur hon.

Sjálv heldur føroyski málverjin, at nógv fólk eiga at koma á Tórsvøll í annaðkvøld.

– Eg fari at mæla fólki til at koma at hyggja. Sjálvandi fyrst og fremst fyri at stuðla okkum, men tað er eisini stuttligt at síggja kvinnufótbólt á tí støði, sum Svøríki kann spæla á. Tær eru fantastiskar, og hetta er ikki nakað, sum vit uppliva ofta í Føroyum, sigur hon.

Dysturin móti Svøríki er samstundis seinasti dysturin á heimavølli hjá føroysku kvinnunum í hesari undankappingini. Eftir hendan dystin eru tríggir dystir eftir at spæla, og teir eru allir á útivølli.