Við 34 prosentum av atkvøðunum, vann Ragnar Tausen úr TB kappingina um besta máli í Effodeildini, skorað í september mánaða

Seinastu dagarnar hevur verið møguligt at atkvøtt fyri besta málinum í Effodeildini, skorað í september mánaða. Og við einum triðingi av atkvøðunum, fekk Ragnar Tausen úr TB flestar atkvøður. 

Nærum 1.800 hava atkvøtt fyri besta máli í september, og tá avtornaði hevði Ragnar Tausen fingið 34 prosent av atkvøðunum, ið var fyri fyrra málið, í 2-0 sigrinum á AB tann 20. september.

Tilsamans vórðu 63 mál skoraði í Effodeildini í september mánaða.

Endaliga støðan/besta mál í september:
1. Ragnar Tausen, TB – 34%
2. Ísak Simonsen, KÍ – 28%
3. Hjalgrím Elttør, KÍ – 22%
4. Nenad Saric, ÍF, 14%
5. Súni Olsen, B36 – 3%

Besta mál í oktober
Trýst HER, og ver við í atkvøðugreiðsluni um besta mál í Effodeildini, skorað í oktober mánaða.