U19-landsliðið við dreingjum tapti báðar dystirnar á venjingarleguni, sum farnu dagarnar hevur verið í Pinatar í Spania

——————

– Vit mugu bara ásanna, at vit taptu móti tveimum liðum, sum vóru betri enn vit. Men dystirnir góvu samstundis okkara spælarum nakrar royndir, ið framyvir vil menna teir sum fótbóltsspælarar, og í hesum føri er tað tað viktigasta, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

Í fyrra dystinum á venjingarleguni í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania, var mótstøðuliðið Portugal. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-0 sigur til portugisar. Í seinna dystinum stóðu írar á mótstøðuhálvuni, og tá gjørdist úrslitið 3-0 til Írland.

– Hesir dystirnir eru sera góð fyrireiking til komandi EM-undankapping, har mótstøðulini eisini eru sterk. So nú eru okkara spælarar ávaraðir, og vónandi taka teir hetta við sær, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

Í EM-undankappingini, sum verður í Kroatia frá 13. til 22. november, eru Føroyar í bólki saman við Kroatia, Ísrael og Armenia.